Tænastur

Hugsa mennir forrit, tillagar verandi skipanir, knýtir skipanir saman og ger arbeiðsgongdir sjálvvirkandi. Vit veita eisini tøkniliga ráðgeving. Tú kanst venda tær til okkara við einum lítlum spurningi ella eini stórari ætlan.

Forrit og vørur

Vit menna forrit frá fyrsta hugskoti til rakstur, eisini vørur, sum Hugsa sjálvt brúkar.

Vit byrja við uppgávuni, sum skal loysast, og velja tøknina eftir tí. Stundum er tað eitt lítið amboð, stundum ein skipan, sum skal vera í brúki í mong ár.

Broytingar í verandi skipanum

Nýggir møguleikar og betri arbeiðsgongdir í skipanum, sum tit longu brúka, uttan at byrja av nýggjum.

Vit seta okkum inn í verandi loysn, áðrenn vit broyta hana. Tá ið skipanin annars riggar væl, kann ein tillaging vera nóg mikið.

Skipanir, sum virka saman

Skipanirnar skulu kunna deila upplýsingar, so tær somu upplýsingarnar ikki skulu skrásetast fleiri ferðir.

Vit knýta skipanir saman við teimum møguleikum, tær hava, til dømis gjøgnum API, fílur ella teldupost.

Sjálvvirkandi arbeiðsgongdir

Nógv afturvendandi arbeiði kann gerast sjálvvirkandi.

Vit finna tey stigini í arbeiðinum, sum kunnu gerast sjálvvirkandi, og tryggja tær innlit í, hvat fer fram.

Ráðgeving

Ert tú í iva um, hvar tú skalt byrja? Vit hjálpa tær at finna næsta stig og meta um, hvar vitlíki (AI) kann vera til nyttu.

Vit siga eisini frá, tá ið tøkni ikki er rætta loysnin á trupulleikanum. Tað kann vera tann besta ráðgevingin.

Hugsa mennir eisini egnar vørur og brúkar royndirnar haðani í arbeiðinum fyri kundar.

Set teg í samband