Frá hugskoti til loysn
Tøkni, sum ger arbeiðið lættari.
Hugsa mennir forrit, tillagar verandi skipanir og fær tær at virka saman. Vit gera afturvendandi arbeiði sjálvvirkandi og veita tøkniliga ráðgeving.
Hvat vit gera
Frá fyrsta hugskoti til eina loysn, sum riggar.
Tú greiðir frá tí, sum tú hevur brúk fyri hjálp til, og vit finna næsta stig saman. Stundum er tað eitt lítið forrit, stundum ein broyting í eini skipan, sum longu er í brúki.
Forrit og vørur
Vit menna forrit frá fyrsta hugskoti til rakstur, eisini vørur, sum Hugsa sjálvt brúkar.
Broytingar í verandi skipanum
Nýggir møguleikar og betri arbeiðsgongdir í skipanum, sum tit longu brúka, uttan at byrja av nýggjum.
Skipanir, sum virka saman
Skipanirnar skulu kunna deila upplýsingar, so tær somu upplýsingarnar ikki skulu skrásetast fleiri ferðir.
Sjálvvirkandi arbeiðsgongdir
Nógv afturvendandi arbeiði kann gerast sjálvvirkandi.
Ráðgeving
Ert tú í iva um, hvar tú skalt byrja? Vit hjálpa tær at finna næsta stig og meta um, hvar vitlíki (AI) kann vera til nyttu.
Útvalt arbeiði
Núverandi arbeiði
Um Hugsa
Benjamin Hammer
Meira enn 15 ára royndir á KT-økinum. Tú ert í beinleiðis sambandi við tann, sum ger arbeiðið.
- Teldupostur
- hey@hugsa.fo
- Telefon
- +298 219052
Samband
Lat okkum práta saman.
Greið okkum frá tí, sum tú hevur brúk fyri hjálp til. Tað er óbindandi at senda ein fyrispurning, og tú velur sjálvur, um tú skrivar vegna eina fyritøku ella sum privatpersónur.